Dátuverndarkunning

Í Skúvoyar kommunu viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna loysa okkara uppgávur. Tað er okkara ábyrgd at tryggja, at tú trygt kann lata kommununi tínar persónsupplýsingar.
Í hesi dátuverndarkunning kanst tú lesa nærri um hvussu vit viðgera persónsupplýsingar í okkara arbeiði sum kommunalur myndugleiki og um tíni rættindi í hesum sambandi. Hetta er galdandi hvørt tú ert borgari, veitari ella starvsfólk í kommununi.

Í dátuverndarkunningini koma vit nærri inn á:

– Dátuábyrgd og dátuverndarfólk
– Endamálið við okkara viðgerð
– Bólkar av persónsupplýsingum
– Hvaðani upplýsingarnar koma
– Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini
– Hvørjum kommunan letur persónsupplýsingar til
– Varðveitslu av persónsupplýsingum
– Tíni rættindi

Skúvoyar kommuna er dátuábyrgdari

Skúvoyar kommuna er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónsupplýsingum og dátutrygd ella møguligum trygdarbrotum skulu stílast til kommununa. Skúvoyar kommuna Skúlavegur 6 260 Skúvoy TIf. +298 36 14 44 Teldupostur: skuvoy@olivant.fo Um tú sendir kommununi teldupost, eigur telduposturin ikki at innihalda trúnaðar- ella viðkvæmar upplýsingar, uttan so at telduposturin er bronglaður.

Samband við okkara dátuverndarfólk (DPO)

Skúvoyar kommuna hevur valt at seta eitt uttanhýsis dátuverndarfólk, og viðkomandi hevur ikki postadressu í Skúvoyar kommunu. Dátuverndarfólkið veitir okkum hjálp við at tryggja dátuverndina í kommununi. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi tínum rættindum í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við dátuverndarfólkið. Dátuverndarfólk Jónas Tór Næs, adv. fulltrúi Faroe Law Magnus Heinasonar gøta 10 100 Tórshavn Tlf. 22 28 38. Telefontíðin er allar gerandisdagar millum kl 9-13. Teldupost: jtn @faroelaw.fo Um tú sendir dátuverndarfólkinum teldupost, eigur telduposturin ikki at innihalda trúnaðar- ella viðkvæmar upplýsingar, uttan so at telduposturin er bronglaður.

Endamálið við viðgerð av persónsupplýsingum

Skúvoyar kommuna hevur sum kommunalur myndugleiki eina røð av uppgávum. Tað eru uppgávur sum borgaratænastur, bygging, umhvørvi o.a. Vit viðgera persónsupplýsingar fyri at kunna loysa tær uppgávur og veita tær tænastur, ið kommunan sambært galdandi lógum skal loysa og veita.

Hvørjum persónsupplýsingum hava vit tørv á?

Júst hvørjar upplýsingar vit viðgera, valdast endamálið við viðgerðini. Vit innsavna einans upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at vit fáa viðgjørt títt mál. Hetta kunnu vera vanligar persónsupplýsingar og viðkvæmar persónsupplýsingar, alt eftir endamálinum við viðgerðini. Í flestu førum hava vit eisini tørv á tínum p-talið til eintýðuga eyðmerking. Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg.

Hvaðani stava upplýsingarnar?

Vit innsavna tínar upplýsingar á ymiskan hátt. Í flestu førum fáa vit upplýsingarnar beinleiðis frá tær. Vit kunnu eisini fáa upplýsingar frá eitt nú myndugleikum, stovnum og fyritøkum,skúlum og dagstovnum, skráum, eitt nú hjá TAKS ella Fólkayvirlitinum og frá øðrum borgarum. Tú hevur rætt til at verða kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit skráseta um teg.

Heimild

Hvør okkara viðgerðarheimild er, veldst um hvørjar upplýsingar vit við viðgerðini er. Vit kunnu einans viðgera upplýsingar, sum eru neyðugar til endamálið við viðgerðini. Okkara viðgerðarheimild eftir dátuverndarlógini (“DVL”) er í høvuðsheitum: - DVL § 8, stk. 1, nr. 2,3 ella 5 (vanligar persónsupplýsingar) - DVL § 12, stk. 1, nr. 2,3, 6 ella 7 (viðkvæmar persónsupplýsingar) - DVL § 16 (p-talið) Umframt ásetingunum í DVL eru serligar reglur galdandi fyri viðgerð av persónsupplýsingum á einstøkum lógarøkjum. Tá slíkar serreglur eru galdandi, fylgja vit sjálvsagt eisini hesum reglum Í Einstøkum førðum hava vit tørv á samtykki frá tær fyri at viðgera persónsupplýsingar um teg. Til dømis er neyðugt við samtykki frá tær, um vit vilja nýta eina mynd av tær ella tínum barni á okkara heimasíðu. Slíkt samtykki verður fingið til vega sambært ásetingunum í DVL §19

Hvørjum letur Skúvoyar kommuna persónsupplýsingar?

Í ávísum førum letur Skúvoyar kommuna persónsupplýsingar víðari, men sjálvandi einans tá ið heimild er fyri tí. Vit kunnu eitt nú lata persónsupplýsingar víðari til okkara dátuviðgerar (uttanhýsis veitarar). Uttanhýsis dátuviðgerar viðgera dátur okkara vegna eftir nærri ásettum avtalum. Hesar avtalur innihalda skjalfest boð um, hvussu persónsupplýsingar skulu viðgerast, og at persónsupplýsingar bert kunnu viðgerast sambært hesum boðum. Í útgangsstøðinum verða persónsupplýsingar ikki fluttar til lond uttan fyri ES/EBS. Um upplýsingar verða fluttar til lond uttan fyri ES/EBS, tryggja vit okkum, at verndarstøðið er nøktandi ella at fullgóð trygd er fyri, at rættindi og virkin rættarstig eru tøk fyri skrásetta. Vit kunnu lata persónsupplýsingar víðari til myndugleikar, fyritøkur, ráðgevar og aðrar persónar, sum vit skulu samskifta við í sambandi við málsviðgerð. Í ávísum førum lata vit persónsupplýsingar víðari um teg sbrt. løgtingslóg um alment innlit ella eftir fyrisitingarlógini.

Varðveitsla og striking

Sands kammuna hevur skyldu til at varðveita upplýsingar í málum, fyri at skjalfesta málsviðgerðina. Hetta er krav sambært fyrisitingarlóggávu, skjalasavnslóggávu o.a. vit strika tínar upplýsingar, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tínar upplýsingar verða sum oftast goymdar tika leingi sum sjálvt málið, ið upplýsingarnar eru partur av. Hetta er í flestu førum fimm ár, frá tí at málið er liðugt viðgjørt. Á summum økjum kann styttri ella longri strikingarfreist vera ásett í lóg.

Tíni rættindi

Tú hevur sambært DVL eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við kommununa.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar kommunan hevur um teg. Fyri at kunna viðgera tína umbøn um innlit, heita vit á teg um at greiða okkum nærri frá á hvørjum øki, tú hevur havt samband við kommununa, t.d. vegna heimahjálp, skúla o.a. Hetta ger tað lættari hjá okkum at finna upplýsingarnar fram um teg.

Rætturin til at taka samtykki aftur

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Tá ið tú tekur samtykkið aftur, stegða vit viðgerðini av teimun persónsupplýsingum, sum var grunda á samtykkið. Gev gætur, at um tú tekur aftur eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu

Rætturin til rætting

Tú hevur rætt at biðja um at fáa rættað pernsónsupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

Rætturin til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur kommununi rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.

Rætturin til mótmæli

Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætturin til at klaga

Tú hevur altíð møguleika at klaga til dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú fionnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo

Skúvoyar Kommuna August 2022